Ísland fyri hvøssum atfinningum

Útlendskir fjølmiðlar eru ikki mjúkir at strúka, nú íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, hevur sýtt fyri at staðfesta lógina, sum skuldi áleggja ríkinum at rinda bretum og niðurlendingum 28 milliardir krónur í endurgjaldi fyri húsagangin hjá Icesave-bankanum. Ístaðin fyri vil forsetin hava fólkaatkvøðu um málið.

Í bretsku fjølmiðlunum er niðurstøðan, at Ísland er ikki til at líta á, og danska Børsen skrivar, at Ísland rennur undan bretskari bankaskuld. Norska VG skrivar, at íslendingar nokta at rinda kreppuskuld, og aðrir fjølmiðlar siga íslendingar vera ábyrgdarleysar.

Fleiri fjølmiðlar halda, at Ísland er í størri kreppu nú, enn tá bankakreppan leikaði harðast á. Munurin er bara, at nú er kreppan politisk.

Ætlandi verður fólkaatkvøðan um Icesave-lógina eina ferð í februar.