Eitt yvirlit um útlendsku veiðuna vísir, at tey íslendsku skipini hava veitt sløk 200.000 tons av svartkjafti, meðan tey russisku hava veitt sløk 100.000 tons av sama slagi.
Higartil hava skip úr EU-londum veitt 14.711 tons og skip úr øðrum londum 344.000 tons. Ikki óvæntað fer svartkjafturin avstað við flestu tonsunum, - íalt 359.000 tons.
Fyrstu átta mánaðirnar hava øll hesi skipini brúkt 4130 fiskidagar í føroyskum farvatni.