Ísland fingið kvinnu í biskupsembætið

Agnes M. Sigurðardóttir varð í dag vígd til biskup í íslendsku tjóðkirkjuni, og er hon fyrsta kvinnan, sum hevur røkt ovasta embætið í kirkjuni. Undanmaður hennara, Karl Sigurbjörnsson, vígdi hana, hongdi biskupskrossin um hálsin á henni og lat hana í biskupskápuna.

Biskupsvígslan var í Hallgrímskirkjni í Reykjavík, og hetta er aðru ferð, at biskusvígsla er har. Fyrru ferð var í 1998, tá Karl Sigurbjörnsson varð vígvur biskupur. Frammanundan varð biskupur vígdur í dómkirkjuni.

Agnes M. Sigurðardóttir er tann 57. biskupurin í Íslandi, síðani Ísleifur Gissurarson varð vígdur í Rom í 1056.

Biskupar úr Norðurlondum, Bretlandi og Írlandi vóru við til vígsluna í Reykjavík í dag, teirra millum Jógvan Fríðriksson, biskupur.