Ísland: Eydnaðist ikki at skipa samgongu

Samráðingarnar um eina vinstru-mið stjórin eru slitnaðar

Samgongusamráðingarnar millum Framsóknarflokkin, VinstraGrøna listan, Samfylkingina og Píratarnir eru slitnaðar, einans tríggjar dagar eftir, at flokkarnir fóru undir samráðingar at skipa eina nýggja stjórn eftir íslendska altingsvalið. Tað skrivar íslendski miðilin Morgunblaðið.


Samráðingarnar komu í lag eftir, at Katrín Jakobsdóttir, leiðarin fyri VinstraGrøna listan, hósdagin fekk heimild frá íslendska forsetanum til at gera eina roynd at skipa stjórn.


Sambært Morgunblaðnum, so er tað Framsóknarflokkurin, ið hevur slitið samráðingarnar, tí flokkurin metir ikki, at Píratarnir eru nóg álítandi til at vera við í eini stjórn, ið einans telur 32 tinglimir í Altinginum. Tað eru 63 tingsessir í Altinginum, og hevði talan tískil verið um minst møguligan meirilutan.


Katrín Jakobsdóttir er tó ikki sinnað at geva skarvin yvir, men ætlar at gera eina nýggja roynd at skipa stjórn við eini aðrari samanseting.