Íslendingar hava fiskað 100.000 tons av makreli, nú krevja teir kvotu í altjóða sjógvi. Eftir at hava fiskað 100.000 tons av makreli í íslendskum sjógvi, hevur íslendska fiskimálaráðið nú sent ES, Noreg og Føroyum skriv um, at Ísland hevur ásett sær eina makrelkvotu á 20.000 tons í altjóða øki, sum NEAFC umsitur. Eitt er, at ein slík fráboðan er ein skylda, tá eitt land fer upp um Mest Loyvdu Veiðuna, men lítil ivi er um, at skrivið eisini er sent strandalondunum til tess at leggja trýst á tey fyri at geva Íslandi part av makrelkvotuni, skrivar Vinnuvitan.
Vit vilja eisini hava makrelkvotu! Tað hevur verið herrópið frá Íslandi seinastu vikurnar og nú hevur íslendska fiskimálaráðið sent eina umsókn til hini strandalondini, ES, Noreg og Føroyar, um at fáa sín part av makrelinum.
Til tess at fáa ljóð fyri sínum sjónarmiðum, hevur Ísland fiskað 100.000 tons av makreli. Tøl vísa, at minst 80.000 tons av veiðuni eru farin til mjølídnaðin, prísurin íslendsku fiskimennirnir fáa fyri makrel til mjølídnaðin er bara ein brøkdeilur av tí, sum makrelur verður seld fyri til matna í Norra, har prísurin er 13 kr. fyri kilo.









