Taka vit úrslitini hjá pinkutjóðinum í HM-undankappingini í kvøld, so sæst, at tað varð bara Ísland, sum fekk stig í kvøld.
Andorra tók ímóti Onglandi í Barcelona. Aftur hesaferð hildu andorrabúgvar málið reint í fyrra hálvleiki. Men í byrjani av seinna hálvleiki fekk Joe Cole tvey mál, so Ongland varð bjargað undan skommini. Kýpros trýsti heimsmeistarnar úr Italia, men tað eydnaðist italiumonnum at sleppa frá miðalhavsoynni við einum 2-1 sigri. Antonio Di Natale skoraði bæði málini hjá Italia. Malta tapti 0-4 ímóti Portugal á heimavølli, eftir hálvleiksstøðuna 0-1. Luksemburg tapti 0-3 ímóti Grikkalandi, eftir, at grikkar høvdu ført við tveimum málum í hálvleikinum. Landsliðið hjá Liktinstein hevur verið fyrimyndarligt seinastu árini, men í kvøld gjørdist talan um eitt skrædl, tá liktinsteinarar tóku ímóti Týsklandi í Vaduz. Í 1. hálvleiki sá ikki so galið út, tá eydnaðist bert týskarum at skora eitt mál. Lukas Podolski legði Týskland á odda, og tíðliga í 2. hálvleiki økti hann til 2-0. Í 2. hálvleiki skrædnaði, og við málum hjá Rolfes, Scweinsteiger, Hitzlsperger og Westermann gjørdist talan um ein 6-0 sigur til Týskland. Liktinsteinska fótbóltssambandið fekk tó ríkiligt inn við lýsingarpengum, sjónvarpspengum og áskoðarainntøkum. So skrædlið loysti seg í so máta.