Fíggjarmálaráðharrin í Luksenburg, Jean-Claude Juncker, heldur, at ES eigur at geva íslendsku umsóknini um limaskap í samveldinum skjóta viðgerð. Juncker er formaður í Eurogroup, sum umfatar fíggjarmálaráðharrarnar í evrulondunum.
Í gjár var hann í Stockholm og tosaði við Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra, og tað var aftan á ein fund teirra millum, at hann helt fyri, at ES eigur at skunda sær við teirri íslendsku umsóknini.
Svøríki hevur í løtuni formansskapin í ES, men enn hevur Fredrik Reinfeldt ikki grett orð um, at tann íslendska umsóknin hevur serligan skund, skrivar Vísir.