Ísland eigur at biðja IMF um hjálp

Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin Halldór Ásgrímsson mælir stjórnini til at biðja IMF um hjálp Alt fleiri vænta, at íslendska stjórnin verður noydd at biðja Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF um hjálp til at sleppa burtur úr fíggjarkreppuni.

Millum teirra, sum hava ta áskoðanina, er fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin Halldór Ásgrímsson.

-Eftir mínum tykki hevur Ísland einki í at velja enn at venda sær til IMF, sigur Halldór Ásgrímsson við íslendskar fjølmiðlar. Hann vísir á, at so at siga alt lánsvirksemi liggur stilt, og at fíggjarkreppan fer at kosta mong arbeiðspláss.

Tí hevur stjórnin einki í at velja, sigur fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, sum nú er stjóri hjá norðurlendska ráðharraráðnum.

Forstjórin í IMF, Dominique Strauss-Kahn, segði á tíðindafundi í Washington í gjárkvøldið, at grunnurin fer at svara, fær hann eina áheitan um hjálp. Hann legði afturat, at enn er eingin tílík áheitan komin.