Ísland dumpaði í Grand Prix

Íslendingar eru vónbrotnir av, at teirra sangur í Eurovision ikki kom víðari til stóru finaluna, sum verður leygarkvøldið.

Í gjárkvøldið var fyrra hálvfinalan, har 20 sangir kappaðust um 10 pláss í finaluni.

Londini, sum komu víðari, vóru: Ísrael, Bulgaria, Eysturríki, Estland, Litava, Kýpros, Albania, Finnland, Kekkia og Írland.

Hóskvøldið verður seinna hálvfinalan. Tá verða trý norðurlond við – Svøríki, Noreg og Danmark.

Alexander Rybak, sum áður hevur vunnið Eurovision, umboðar Noreg, og hann er millum favorittarnar at vinna kappingina.

Eurovision kappingin verður í ár hildin í Portugal.

Omanfyri ber til at at síggja íslendska sangin, sum ikki slapp víðari í gjárkvøldið.