Ísland brúkar nógv til mentan

Ísland er millum tey lond, sum brúka lutfalsliga nógvar pengar til mentamál. Ein uppgerð frá 2006 vísir, at tað árið brúktu íslendingar átta prosent av bruttotjóðarframleiðsluni til mentamál.

Til samanberingar nevnir Morgunblaðið, at hetta árið brúktu OECD-londini í meðal 6,1 prosent til mentamál. Sagt verður, at síðani 2003 hevur íslendska játtanin til mentamál verið óbroytt.

Í 2006 fóru 18,1 prosent av almennu játtanini til mentamál. Í OECD-londunum var játtanin 13,3 prosent í meðal.

(Mynd: Jens Kristian Vang)