Ísland aftur limur í IWC - av einum mistaki

Eitt svenskt mistak gjørdi, at Ísland aftur hevur fingið limaskap í Altjóða Hvalaveiðinevndini.

Fyri fyrstu ferð í tíggju ár hevur Ísland fingið limaskap í Altjóða Hvalaveiðinevndini IWC. Tað hendi á fundinum hjá nevndini í London, tá limalondini atkvøddu um íslendsku umsóknina. 19 lond atkvøddu fyri at taka Ísland uppí, meðan 18 lond atkvøddu ímóti.

Svenska stjórnin noyddist at viðganga, at tað var eitt mistak, at Ísland var sloppið upp í IWC. Svenska umboðið hevði fingið boð um at atkvøða ímóti íslendskum limaskapi, men av einari ella aðrari grund atkvøddi umboðið fyri uppskotinum.

-Hetta er sera harmiligt, tí hetta samsvarar ikki við almenna svenska politikkin, segði skrivarin á svenska umhvørvismálaráðnum, Birgitta Bodstrøm, í gjár. Hon legði afturat, at stjórnin fer at kanna, um tað ber til at rætta mistakið.

Ísland fór burtur úr IWC í 1992 fyri at mótmæla avgerðini hjá nevndini at banna vinnuligari hvalaveiði. Síðani hevur landið fleiri ferðir roynt at fáa limaskapin aftur, men til fánýtis. Nú eydnaðist tað so.

Íslendska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at taka ta vinnuligu hvalaveiðina uppaftur í 2006, og at veiðan verður undir strongum eftirliti.

Umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace hevur mótmælt íslendsku avgerðini.