Ísland aftur at koppseta við AstraZeneca

Í gjár boðaði Finnland frá, at landið aftur fer at koppseta við AstraZeneca, og í dag er tað Ísland, sum sigur seg fara at brúka umstrídda koppingarevnið aftur.

 

 

Ísland telist nú eisini millum tey lond, sum aftur fara at koppseta við koppingarevninum hjá AstraZeneca.

Tað veit Reuters at siga í dag.

Í gjár frættist eisini, at Finnland fer at brúka umstrídda koppingarevnið aftur.

Ísland hevur annars ikki koppsett við AstraZeneca síðan hin 11. mars.

Bíðað hevur verið eftir kanningum, sum skulu greiða, um koppingarevnið kann vera orsøk til eitt nú blóðtøpp ella heilabløðing.

Reuters sigur annars einki um, hvørjir aldursbólkar, Ísland fer at koppseta við AstraZeneca.

Finnland fer frá og við 29. mars aftur at bjóða AstraZeneca til øll, sum eru 65 ár og eldri.

Donsku heilsumyndugleikarnir hava annars longt steðgin við umstrídda koppingarevninum við trimum vikum aftrat.