ÍSLAND

lag: Pat Woods: My Own Native Land

Har ið snekkjur um útnorðurs boðabrot bógva,

stígur dreymoyggj úr havi; har ljómar hvør skorð

fyri vársól av grønsku; sum tinnugrót glógva,

mælt um fljóð stolt sum kongaørn, skaldanna orð.

 

Reyð sum ástin, ið unghjún í skemmu man fevna,

spríkir eldglóð úr jøkli; sum drotninga brá

skyggja vøtn; fræls sum oknin, í lofti man stevna,

reisir ryggás og tekjuspír yrkjarans vrá.

 

Her tey verksmiðjur reistu við baki so fattum,

og her møðranna vøgguljóð signa hvørt barn

mundu vónrík; men trøllmenn av Angrboðu ættum

fløktu stjórnarar vitrar í sjónvillu-garn.

 

Og tey gandkelvi høgt yvir tívum og múgvu

hirdu trøllaljós Loka; av tingi burt vit

svann, og háborgir smullu, og barðlangt á grúgvu

fall mangt húski; um stund skiftu fæhirðar lit.

 

Mangan leik eigur tíðartalv; aftur skal rodna

moyarkinnin í skemmu, fyrr bleik eins og strá;

aftur fýsnið í unglingsins æðrum skal orna;

aftur run kyssa sjófar á fiskimiðs vág.

 

Eins og gler fyri nónsól skal gandurin bráðna

aftur grønka skal brekka og oyri og strond,

aftur svanur skal sveima um fjallkrúnu blána,

aftur vagga skal dreymoynni Alfaðirs hond.