Jørgen Jørgensen verður gestur aftaná tíðindini á Rás2, sum verða kl. 11 Jørgen Jørgensen kom til Føroya í 1977 fyri at stovna slaktaradeildina í SMS, og hevur hann nú starvast har í yvir 30 ár. Jørgen var 26 ára gamal tá hann flutti til Føroya, og hevur hann verið eygnavitni til tær stóru broytingarnar í SMS, og í føroyskari slaktara- og handilsvinnu annars. Aftaná tíðindini, sum verða á Rás2 kl. 11 verður Jørgen Jørgensen gestur á Rás2, har hann fer at fortelja frá sínum upplivingum, sum hann hevur havt gjøgnum eitt drúgt arbeiðslív.