74 ára gamli Ratko Mladic bleiv í morgun dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri sín leiklut í nøkrum av ringastu krígsbrotsverkum sum eru framd síðani seinna heimsbardaga.
Ratko Mladic, eyknevndur slaktarin úr Bosnia, varð funnin sekur í 10 av teimum 11 ákærunum móti sær við krísgbrotsverksdómstólin fyri fyrrverandi Jugoslavia. Hann er millum annað dømdur fyri fólkamorð og brotsverk móti mannaættini.
Ratko Mladic var leiðari av bosniska herinum, sum stóð fyri nøkrum av ringastu gerðunum undir Balkan-krígnum, millum annað hópmorðið í Srebrenica, tá 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu dripnir millum 11. og 19. juli 1995, og tað trý ára longu hersetingina av Sarajevo.
Rættarmálið móti honum byrjaði í 2011. Hann hevur verið skuldsettur og eftirlýstur síðani 1995.
Hann hevur alla tíðina sagt seg vera ósekan.