Slakir 100 bátar á bátastevnu

Árliga bátastevnan í Vestmanna var um vikuskifti, og slakir 100 bátar tóku lut, hóast veðurmenninir høvdu boðað frá ringum veðri.

Fyrireikararnir av árligu bátastevnuni í Vestmanna høvdu ikki væntað at stórvegis av bátum fóru at vitja stevnuna, tá ið teir veðurforsøgnirnar fyri farna vikuskifti. Veðurmenninir boðaðu frá ringum veðri, men tað vísti seg tó, at veðrið var væl betur enn væntað, og av tí sama gjørdist undirtøkan betur enn væntað.

Fleiri avbygdabátar
Ein av fyrireikarunum, Jógvan Emil Nielsen, sigur, at bátastevnan eydnaðist væl. Sum áðurnevnt var luttakaratalið beint undir 100 bátar, og eini 500 fólk vóru til suppu, tá ið bátarnir vóru komnir at bryggju.
Jógvan Emil Nielsen sigur, at teir høvdu ikki væntað tað stóra av bátum, men lutakaratalið var væl betur, enn teir høvdu roknað við, tá ið veðurforsøgnirnar verða havdar í huga. Serliga hugaligt var tað, at tað eisini vóru nógvir avbygdabátar.
Um kvøldið var skipað fyri dansi í høllini í Vestmanna, og her var undirtøkan eins góð, sum hon plagar at verða. Jógvan Emil Nielsen sigur, at høllin var full, og at nógv fólk var komið til Vestmannar í dans.