Slakari úrslit bremsar vøkstri hjá Google-eigara

Tað æviga vakstrarverkið hjá eigarunum hjá leitimaskinuni Google, Alphabet, misti ferð í 2019.

Tað vísir roknskapurin hjá samtakinum, sum varð lagdur fram í kvøld.

Tá umsetningurin frá 2017 til 2018 vaks við 23 prosentum, so er hann frá 2018 – 2019 vorðin 18 prosent størri.

Umsetningurin hjá Alphabet var í 2019 upp á tað, sum svarar til 1.094 milliardir krónur. Av tí varð ein upphædd svarandi til 230 milliardir krónur til eitt yvirskot á botnlinjuni.

Slakanin í vøkstrinum hjá Alphabet var millum annað sjónlig í síðsta ársfjórðingi, sum var veikasti ársfjórðinur í fimm ár sambært tíðindastovuni Reuters.

Í ársins roknskapi er latið upp fyri øllum armunum í virkseminum hjá Alphabet. Umframt leitimaskinuna Google kenna mong helst Alphabet-tænastur sum videoheimasíðuna YouTube og stýriskipanina Android.

Men har sum Google og harvið Alphabet veruliga tjena pengar er upp á lýsingar online.

Av teimum 1.094 milliardum krónunum í umsetninginum komu ikki færri enn 905 milliardir frá sølu av lýsingum so ella so.

Tað vil siga sum til dømis reklamufilmur, sum verður spældur framman fyri ella undir eini video á YouTube. Tað kann eisini vera ein sonevnd bannaralýsing á eini heimasíðu.

Líka mikið hvat slag av lýsingum, talan er um, kann Google takkað verið tænastum sínum, málrætta lýsingarnar til brúkararnar grundað á tær leitingar, sum verða gjørdar, og teimum YouTube-video, sum brúkararnir hava sæð.

Ovasti stjórin hjá bæði Alphabet og Google, Sundar Pichai, leggur í sínum viðmerkingum ikki so stóran dent á lækkandi tempoið í roknskapinum. Í staðin vísir hann á tær íløgur, sum Alphabet hevur gjørt.

Hann vísir millum annað á, at Alphabet satsar nógv upp á sonevnda djúpa læring (Deep Learning á enskum).

Tað er eitt slag av eftirgjørdum intelligensi, har roynt verður at herma eftir evnum hjá menniskum til at kenna aftur mynstur og taka avgerðir út frá tí.

Sambært Pichai hava tær íløgurnar givið »eitt sterkt grundarlag fyri framtíðar vøkstri og nýggjum møguleikum hjá Alphabet«.

/ritzau/