EB/Streymur telist millum tey feløgini, ið hava latið fleiri leikarar til føroyska fótbóltslandsliðið í farnu EM-undankapping. Ikki færri enn 25 ferðir hevur felagsliðið úr Sundalagnum sent leikarar avstað í landsliðsørindum, og tað fær felagið nú endurgjald fyri.
4192 evrur fær hvørt felag, hvørja ferð ein av teirra leikarum hevur staðið á dómaraseðlinum í landsliðsfótbólt, altso 31.188,44 danskar krónur. Hjá EB/Streymi merkir tað, at felagið fær endurgoldið 25 ferðir 31.188,44 krónur, sum er 779.712 krónur.
EB/Streymur er bara eitt dømi úr rúgvuni. Onnur feløg hava fleiri ferðir sent leikarar avstað enn EB/Streymur, og hesi fáa tískil uppaftur fleiri pengar. Dømi um hetta er B36, sum tú sært aðrastaðni her á síðuni.










