MENTAN
Á fundi í Norðurlendska Mentanargrunninum mánadagin í Umeå, vórðu 11,6 mió. krónur játtaðar til norðurlendska mentan. Játtanin er lutað til 112 verkætlanir í Norðurlondum og í útlondum. Ikki færri enn 340 umsóknir komu inn til eitt virði av 68 mió. danskar krónur.
Føroysku verkætlanirnar, sum fáa stuðul, eru fýra í tali. Sjónleikarbólkurin Gríma fær 200.000 krónur til at framføra verkið Macbeth í Føroyum. Tikið stig til framførsluna hevur Hans Tórgarð, sjónleikari. Leikararnir koma úr Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum.
- Hetta eru leikarar, eg havi gingið í flokki saman við í Finnlandi, sigur Hans Tórgarð.
Venjingarnar byrja í summar og sýningarnar vera í februar næsta ár, fyrsta á Gamla Meiarínum og síðani fer leikurin út at ferðast. Leikstjórin verður helst Cezarijus Grauzinis úr Litava.
Umframt henda forkunnuga leikin, fær Føroyska listastevnan, sum verður fyriskipað á fyrsta sinni í ár, 250.00 krónur. Nógv sera forkunnugt verður á skránni. Eitt nú Palle Mikkelborg, sum vann tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár, Usenkev framførir Don Juan fra Tranehuset um lívið hjá Williami Heinesen, Rasmus Lyberth úr Grønlandi syngur og spælir, og annað mangt.
Symposium um føroyska listamannin Mikines fær 90.000 krónur. Stevnan verður í sambandi við ársfundin hjá Nordisk Kunstnerforbund, sum verður hildin í heimbygd Mikinesar Mykines.
Norðurlendska sjónleikaraskeiðið fyri ung, sum fer at savna hálvt hundrað ungfólk í aldrinum 16 til 25 ár úr norðurlondum, umframt Føroyum, Grønlandi og Álandi fær 150.000 krónur. Í tíggju dagar fara professiónell at undirvísa í sjónleiki. Tað er Forbundet for Arbeidernes Teaterscener, sum skipar fyri.
Seinastu tíggju árini er talið á umsóknum til Norðurlendska Mentanargrunnin økt. Økingin í nítiárunum hevur verið 50 prosent meðan játtaðar umsóknir eru øktar við 25 prosentum. Í fjør komu umsóknir til grunnin til eitt virði av 160 mió. donskum krónum. Árliga fíggjarætlanin hjá grunninum er 26 mió. krónur. Føroyska umboðið í Norðurlendska Mentanargrunninum er Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálastýrinum.