Slakar 27 krónur í miðal fyri kilo

Tað var svartkalvin, sum lyfti undir miðalprísin á Fiskamarknaði Føroya á søluni í dag.

Nøgdirnar vóru ikki tær heilt stóru, tá sølan hjá Fiskamarknaði Føroya fór fram í morgun, men tá ein stórur partur av teimum tilsamans 21,6 tonsunum var svartkalvi, gjørdist miðalprísurin høgur.

 

Besti miðalprísur fyri tosk var 18,86 krónur fyri kilo, og besti miðalprísur fyri hýsu var 18,80 krónur fyri kilo. Talan var tó um lutfalsliga smáar nøgdir av toski og hýsu á søluni í dag.

 

Størstu nøgdirnar vóru av svartkalva, og her var miðalprísurin neyvt 36,64 krónur fyri kilo, harav hægsti miðalprísur var 37,40 krónur fyri kilo.

 

Tey stívliga 21,6 tonsini, sum vórðu seld um Fiskamarknaðin Føroya í dag, fóru fyri tilsamans 582.710,00 krónur, og tað gevur ein samanlagdan miðalprís á 26,97 krónur fyri kilo.