Slakar 16 krónur fyri kilo

Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár góð 116,4 tons av fiski fyri stívliga 1,8 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var slakar 16 krónur fyri kilo - ella 15,94, sum er rímiliga góður fiskaprísur.

Størsta einstaka nøgdin í gjár var toskur, umleið 45 tons tilsamans. Mest var av toski 3 og 4, góð 33 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri tosk 3 var 17,10 krónur fyr i kilo, og miðalprísurin á toski 4 var 14,29. Besti miðalprísur á toski var fyri tosk 1, slakar 20 krónur fyri kilo.

Umleið 10 tons vóru av hýsu, mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 17,75.

Besti miðalprísur á brosmu var fyri brosmu 1, 7,70 krónur í miðal fyri kilo. Góð 15 tons vóru av longu, mest av longu 3, sum fekk miðalprísin 12,10. Samlaði miðalprísurin á 11,6 tonsum av blálongu var 13,38 fyri kilo.

Smá 7 tons av kongafiski fóru fyri ein miðalprís, sum táttaði í 15 krónur fyri kilo. 7 tons vóru eisini av havtasku, og her var besti miðalprísurin 43,43 krónur fyri kilo.