Millum føroysku ísfiskalínuskipini, sum í eina tíð hava fiskað í Eysturgrønlandi, er Sandshavið. Í vikuni kom manningin heim úr Íslandi við flogfari, meðan skipið liggur í Íslandi.
Nú teir komu heimaftur til Føroya, hevði manningin á Sandshavinum gjørt tríggjar túrar og verið burtur í umleið 46 dagar. Teir báðar fyrstu túrarnar høvdu teir fult skip, og seinasta túrin var skipið nærum eisini fult.
Fyrsta túrin landaðu teir í Vestmannaoyggjunum, og teir báðar seinnu í Torlakshøfn. Í Eysturgrønlandi fingu teir serliga tosk, brosmu, kongafisk og nakrar kalvar.
Manningin letur væl at fiskaprísinum í Íslandi, sum teir halda var betri enn tað, teir høvdu fingið, um teir landaðu í Føroyum. Tað hevði í øllum førum ikki loyst seg at siglt heim við veiðini.
Hesar 46 dagarnar, síðan teir fóru úr Føroyum, og til manningin var heima aftur, liggur dekkaraparturin við Sandshavinum millum 90.000 og slakar 100.000 krónur, og tað eru menn væl nøgdir við.










