At Starvsmannafelagið hevur sett hart móti hørðum er væl skiljandi, tí felagið vísti av sonnum samfelagssinni, tá gjørt var av at lækka lønirnar - til gangs fyri samfelagsbúskapin tá harðast leikaði á fyrst í nítiárunum.
Landsstýrið átti nú at viðurkent sína politisku ábyrgd og givið løntakarunum viðurkenning fyri tøkini - og lut í búskaparframgongdini.
Uttan at tosa um sáttmálasamráðingar ella semingsroyndir, so átti landsstýrið av sínum eintingum at sett úr gildi lógina um karensdagar og givið tímaløntum rættin at fáa dagpengar frá fyrsta sjúkradegi.
Fekk landsstýrið hesi sjálvsøgdu rættindi upp á pláss, so vísti landsstýrið í verki vilja til at bøta viðurskifti løntakaranna - og tá er eingin ivi um, at fíggjarmálaráðharrin hevði fingið semju við Starvsmannafelagið - sum kanska ikki lá so langt oman fyri semingsuppskotið, sum lagt varð fyri dagin Langa Fríggjadag.
Starvsmannafelagið hevur lagt stóran dent á at tryggja lágløntu limirnar í felagnum. Formaðurin vísti á eftir semingsroyndina Langa Fríggjadag, at felagið ikki kundi góðtaka semingsuppskotið, tí royndirnar at lyfta tey lágløntu upp vóru miseydnaðar.
Um nakað skil skal vera í fullveldisroyndunum hjá landsstýrinum, so er fyrsta treytin, at fólkaflokshugsjónin um lálønarsamfelagið verður jarðað.
Høvuðstreytin hjá Føroya fólki fyri yvir høvur at kunna taka fullveldið í álvara er, at landsins leiðandi menn sjálvir trúgva tí. Viðurkenna teir ikki rættin hjá løntakarunum til frægari sømdir, so trúgvar teir ikki sjálvir fullveldinum.
Okkara ráð til Karsten Hansen eru tí:
Slepp stívrendu støðu tíni, og veit løntakarunum virðing - landi og fólki at gagni!










