Slaka fyri Sharon

Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hitti fyrradagin umboð fyri niðursetufólkini, sum eftir ætlanini hjá stjórnini skulu flytast úr Gaza-geiranum í summar.

Niðursetufólkini eru ímóti ætlanini hjá stjórnini, og tey hava hótt við at seta hart ímóti hørðum, men fundurin týsdagin verður tikin sum eitt tekin um, at tey kortini eru til reiðar at samstarva við myndugleikarnar, skrivar Reuter. Eitt av umboðunum hjá niðursetufólkunum viðgekk aftan á fundin við Sharon, at í veruleikanum hava tey einki at velja í, og at tey tí hava slakað fyri at varðveita ta ísraelsku eindina, sum hann tók til.

Øll niðursetufólkini verða kortini ikki flutt so langt burtur. Á fundinum týsdagin tosaðu partarnir um at byggja eina nýggja bygd nærhendis býnum Nitzan, sum er 20 kilometrar norðan fyri Gaza-geiran.