Slagsíða á tatoveringini

Jákup á Borg vil vinna eitt meistaraheiti afturat, fyri at fáa javnvág í tatoveringina á arminum.

Árliga fótbóltsblaðið hjá Miðlahúsinum verður í morgin borið út í hvørt heim, eins og at tað er til sølu í sølubúðunum í kvøld.

 

Greiningar av øllum liðunum í Effo-deildini og samrøður við spælarar frá hvørjum liðið, umframt aðrar áhugaverdar søgur eru at finna í blaðnum.

 

Ein av samrøðunum er við liðskiparan hjá B36, Jákup á Borg. Hann hevur fingið sær sum vana, at tatovera eina stjørnu á armin fyri hvørt FM-heitið hann vinnur. Hann hevur tó fingið ein mest sum óvæntaðan trupulleika - slagsíða er komin á tatoveringina, eftir at hann vann sætta FM-heitið í fjør. Nú eru tríggjar stjørnur á aðrari síðuni og tvær á hinari.

- Tatoveringin er ikki liðug enn. Eg má hava eina stjørnu afturat, sigur Jákup á Borg. 

 

Tað kann tó gerast trupult, tí B36 hevur ongantíð megnað at endurvunnið eitt meistaraheiti í søgu felagsins.

 

Les alla samrøðuna við Jákup á Borg í fótbóltsblaðnum frá Miðlahúsinum.