Slagið um Tinganes

Veljarin skal í dag gera av, hvør skal manna fremstu sessir landsins í løgtingi og landsstýri. Vit hava ringt floksformenninar upp, og kannað eftir, hvussu teir hava upplivað valstríðið

Nógv hevur verið gjørt burturúr valstríðnum hesaferð. Tað eru nú góðar seks vikur síðani, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, útskrivaði val. Valstríðið hevur nú hildið á síðani. Vit hava tikið ein rundtúr í flokkunum og spurt um valstríð , løgmansevni v.m.

Høgni Hoydal
? Eg haldi, at valstríðið hevur gjørt tað púra klárt, at hetta er eitt lagnuval, har fólkið skal gera greitt, hvørt tað ynskir eina loysn við einari nýggjari heimastýrislóg sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava tosað um, ella fólkið ynskir at taka fullveldi, sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins.
? Øll vita vit, at vit standa við at vegamót, leggur formaðurin afturat.
Hann heldur, at valstríðið hesaferð hevur sum heild verið siðiligt, men honum dámar einki, at formaður Javnaðarfloksins hevur rópt Tjóðveldisflokkin fyri líkan hjá Le Pen og hansara nationalistiksa flokk, og tað heldur Høgni vera alt ov langt úti.
? Tað nýggja í valstríðnum er kanska, at valið hesaferð snýr seg ikki um vælferð mótvegis fullveldi, men heldur, at tað eru tveir mátar at byggja eina vælferð uppá, sigur Høgni Hoydal.
Tá vit tosaðu við Høgna mánamorgunin, so var hann ikki í holt við at fyrireika seg uppá at gerast løgmaður.
? Tað er kanska sannlíkt, at tað verði eg, um vit koma so langt, men tað eru ikki persónar, sum eru avgerandi fyri okkum, sigur Høgni Hoydal.
Hann vónar framvegis, at Javnaðarflokkurin er til at tosa við, tá tað snýr seg um samgongumøguleikar á sjálvstýrisleið.

Jóannes Eidesgaard
? Eg haldi, at valstríðið hevur verið ov langt. Valstríðið hevur vart í seks vikur, og tá er stórur vandi fyri at troytta veljararnar, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
Verður tað soleiðis, at Javnaðarflokkurin fær løgmann, so verður hetta Jóannes Eidesgaard. Hetta er longu avtalað innanhýsis í flokkinum.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað hevur verið eitt øðrvísi valstríð. Tað hevur ikki verið so nógv kjak millum flokkarnar. Hann nevnir, at floksformenninir bara hava hitst tvær ferðir hesar seinastu vikurnar, síðani valið varð útskrivað.
? Valið nú snýr seg nógv meira um marknaðarføring enn áður. Persónar og andlit verða sett nógv meira fram enn hugsjónir, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at talan hevur verið um eitt siðiligt valstríð á almennum fundum í útvarpi og sjónvarp, men aðrastaðni hevur verið minni siðiligt.

Lisbeth L. Petersen
? Eg haldi, at valstríð hevur verið langt ? kanska ov langt. Alt loypir saman nú endanum. Hetta er eisini heilt annað valstríð enn vit hava sæð áður, sigur Lisbeth L. Petersen.
Í Sambandsflokkinum er spurningur um, hvør skal vera løgmaður ikki umrøddur enn, og tað verður hann heldur ikki, fyrr enn hendan støðan kemur.
Hetta er fyrstu ferð, at hon roynir seg sum floksformann til eitt løgtingsval, og hetta er ein uppgáva, ið er øðrvísi enn at vera valevni, sigur Lisbeth.
Hon heldur annars, at valstríðið er vorðið nógv meira amerikaniserað, har tað meira eru persónar enn idelogiir, sum koma fram, men høvuðsteimaið er ideologiskt, sigur Lisbeth L. Petersen.
? At høvuðstemaið er loysing og samband er einki løgið, tí hetta hava tey seinastu árini snúð seg, sigur forkvinna Sambandsfloksins.
? Nú fara vit at fyrireika okkum endaliga til valið og eina møguliga samgongu, so taka vit tað harfrá, sigur Lisbeth L. Petersen.

Óli Breckman
Tað ber ikki til at fáa hendur á Anfinni Kallsberg, so vit bóðu Óli Breckman, formann í tingbólki Fólkafloksins svara ístaðin.
? Eg má siga, at valstríð er vorðið meira kommersielt og meira amerikanskt, sigur Óli Breckman.
Hann rósar fjølmiðlunum og serliga Útvarpinum og Sjónvarpinum fyri at arbeiða miðvíst í sambandi við valið.
Valið heldur hann hevur verið siðiligt og ein passandi mong av fullveldisspurninginum hevur verið frammi sum tema, heldur hann.
Anfinn Kallsberg er løgmansvalevni hjá Fólkaflokkinum.

Jenis av Rana
?Tað er gjørt ov burturur valstríðnum. Tað hevur troyttað veljararnar, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Hann heldur, at sjónvarp og útvarp hava gjørt ov nógv burturúr, og tað kundi verið betri samskipað, heldur hann.
Hann heldur, at tað hevur eydnast, at fingið onnur tema enn loysing samband, men tað hevur í stóran mun verið hetta.
Valstríðið er strævið fyri ein so lítlan flokk sum Miðflokkin, sigur Jenis. Hann heldur, at talan hevur verið um siðiligt valstríð og øll hava fingið somu viðferð.