FÓTBÓLTUR
Dysturin við Margáir sunnudagin má sigast at vera ein av fleiri spennandi oddadystum fyri tíðina. Talan er um tvey lið, ið mugu væntast at vilja stríðast til tað síðsta, nú tað mestsum bara sær út til at vera silvurið, ið eftir er at spæla um.
B68 hevur tapt tveir av teimum síðstu trimum dystunum, men vil sjálvsagt koma fyri seg aftur sum skjótast, meðan EB/Streymur sær út til at hava fingið ferð á. Ikki minst, nú liðið hevur vunnið tveir teir síðstu dystirnar við málum í yvirtíðini.
Sunnudagin má EB/Streymur vera tveir av teimum royndaru spælarunum fyriuttan. Alex José dos Santos hevur ein dyst eftir av karantenuni frá ÍF-dystinum, og so hevur Marni Djurhuus eisini karantenu hesa ferð. Pauli G. Hansen er ivasamur, meðan Gudmundur Nielsen er langtíðarskaddur og tí í øllum førum ikki er við.
Toftamenn spældu mikukvøldið ein dyst, har einki kort var latið, og tað mundi koma væl við, tí nú hava teir síðstu dystirnar mist ein í verjuni hvørja ferð. Men hesa ferð er Pól Jóhannus Justinussen so klárur aftur. Øssur Hansen og Niclas Joensen er framvegis ikki klárir, so enn eina ferð má B68 klára seg uttan teir báðar.