Lagt er upp til eitt brak av einum dysti, tá B36 og EB/Streymur hittast í Gundadali sunnudagin. Liðini hava fylgst rímiliga væl higartil, men EB/Streymur hevur munin við trimum stigum. Við einum sigri sunnudagin kann B36 gerast ájavnt í stigum við felagsliðið úr Sundalagnum, og tá málúrtøka teirra hvítu er betri, so fara hesir framum EB/Streym, um sigurin kemur í hús. Tískil er ein sigur hjá B36 neyðugur, um teir ikki skulu hektast av í kapprenningini um oddasessin, sum NSÍ og EB/Streymur føra í løtuni. Men hjá EB/Streymi er dysturin sanniliga eisini av stórum týdningi. Sannlíkt er, at NSÍ vinnur sín dyst móti VB/Sumba, og tí skulu trý stig á kontoina, um teir ætla at sleppa vespunum úr Runavík. Ein sigur til sundalagsmenn merkir eisini, at fjarstøðan niður til B36, sum er næsta liðið aftanfyri EB/Streym á stigatalvuni, gerst seks stig.
Halda nullið
Kurt Mørkøre er venjari hjá vertunum sunnudagin. Hann dylur ikki yvir, at tað hjá teimum fyrst og fremst ræður um, ikki at tapa dystin.
– Men vit fara sjálvandi inn eftir at vinna dystin, sigur Kurt Mørkøre avgjørdur. Tað merkir við øðrum orðum, at væntandi verður eitt nokkso varið B36-lið, sum fer á vøllin móti EB/Streymi. Eitt lið, sum ikki leypur framav í teimum villu offensivu satsingunum.
– Mótstøðuliðið má ikki skora fyrst. Tað er ógvuliga umráðandi, tí so gerst brekkan nakað væl tyngri enn neyðugt, vísir B36-venjarin á. Eitt sjónarmið, Sámal Erik Hentze, sum saman við Piotr Krakowski er venjari hjá EB/Streymi, uttan iva tekur undir við.
– Vit skulu fyrst og fremst halda nullið, og so annars taka teir kjansir, sum vit fáa, sigur Sámal Erik Hentze um teirra útgangsstøði til dystin. Hann viðgongur, at tað væntandi verður eitt EB/Streyma-lið, ið fer at liggja langt afturi á vøllinum sunnudagin.
Miðvallarstríðið
Samanbera vit liðini bæði er greitt, at talan er um tvey jøvn lið. Tað vitnar stigatalvan um, men eisini um einkultu keturnar verða samanbornar fæst sjón fyri søgn. Bæði liðini hava eina sterka og trygga verju. Hjá báðum liðunum er talan um ein góðan og vælskipaðan miðvøll, og á framrættaðu plássunum er talan um kvikar og tekniskt dugnaligar menn.
Kurt Mørkøre ivast tó ikki, hvar dysturin verður avgjørdur.
– Tað verður eitt slag um miðvøllin, og vinnarin av hesum vinnur eisini dystin, metir hann. Til hesa uppgávu hevur B36 sterkar landsliðsleikarar í Fróða Benjaminsen og Mikkjal Thomassen, meðan EB/Streymur má vera vanliga stýrimannin á miðvøllinum, Ronnie Samuelsen, fyri uttan. Hann er leikbannaður og tað kemur sjálvandi dátt við hjá felagsliðnum, tá miðvøllurin eftir øllum at døma verður so avgerandi.
Sámal Erik Hentze óttast tó á ongan hátt, at EB/Streymur longu frammanundan hevur tapt miðvallarstríðið.
– Fysiskt skulu vit ikki inn at berjast við teir. Heldur mugu vit spæla okkum rundan um teir og vera taktiskt klókir. Ein møguleiki er at leypa miðvøllin um, sigur Sámal Erik Hentze.
Sylla og Arnbjørn
Spurdir um, hvørjum teir serliga skulu ansa eftir hjá mótstøðuliðnum, ivast venjararnir ikki eina løtu. Hjá EB/Streymi er tað serliga Sylla, sum hugsað verður um, meðan Kurt Mørkøre hevur ávarað sínar menn móti Arnbjørn T. Hansen.
– Hans Pauli Samuelsen er so eisini ein vandamikil ein, men fyrst og fremst haldi eg, at tað er sum lið, at EB/Streymur er sterkt, sigur Kurt Mørkøre. Hetta við, at EB/Streymur sum lið er ógvuliga sterkt, er eisini eitt argument, sum Sámal Erik Hentze tekur fult og heilt undir við.
– Finna vit arbeiðshandskarnar fram og stríðast, so er tað einki lið í Føroyum, sum klárar at basa okkum, sigur hann avgjørdur. Um EB/Streymur finnur hesar góðu handskar fram, ella um tað verður B36 – við ella uttan handskar – sum fer avstað við øllum, fáa vit at síggja sunnudagin.