Verður Linda Andrews millum tey 9, sum sleppa víðari? Spenningurin fer at darra í teimum føroysku heimunum í kvøld kl. 19. Tey sum hava Televarp, og annars hava atgongd til DR1 fara við háspenningi at sita og fylgja við.
Linda Andrews skal sannføra X-factor dómaran, Lenu Rafn um, at hon eigur at verða ein av teimum 9 sangarunum, sum eigur at sleppa í høvuðsumfarið í X-factor kappingini.
Upprunaliga vóru tað 3000 fólk, sum royndu at sleppa í X-factor kappingina. So nálareygað, sum Linda Andrews skal ígjøgnum er ikki stórt. Vit kunnu bert vóna tað besta.