Danska felagið Slagelse fekk javnleik við sær heimaftur úr Russlandi, tá ið felagið um vikuskiftið spældi fyrru finaluna í Champions League í kvinnuhondbólti. Mótstøðuliðið í finaluni er Lada Togliatti, og nú kann Slagelse avgera alt á heimavølli. Dysturin um vikuskiftið endaði við javnleiki 29-29. Tað var líkavið, at Slagelse vann dystin, tí russiska liðið javnaði stutt fyri leiklok.