Serstaki danski bólkurin, Eighteen Hands, spældi fleiri kendar slagarar, tá hann framførdi í Flags teltinum fyri løtu síðan Eigthenn Hands spældi fleiri kendar slagarar, har orðini samstundis vóru framførd á teknmálið. Í so máta var talan um eina serliga uppliving. Hetta hevur eisini verið eyðkenni fyri bólkin, sum sá dagsins ljós í 1995.
Hóast áskoðarafjøldin ikki var tann størsta, so eydnaðist væl. Vakra sangarinnan kendi seg trygga á pallinum, har hon væl sang kendar slagarar sum ?Joanna?, ?Midt Om Natten?, ?Proud Mary?, ?Kvinde Min?, ?Vågner Om Natten? og ?I Will Survive?.
Harmiligt, at ikki fleiri fólk vóru til staðar, tí talan var um sjáldsama og væl eydnaða framførslu.