Tað var boðið upp til ball á Spæliplássinum, tá Johnny Reimar spældi eina røð av dansislagarum.
Johnny Reimar kundi einans yvirraska jaliga, tá hann fór á pallin á Spæliplássinum í nátt, og hóast hann ikki var ein stór tónlistarlig uppliving, fekk hann áhoyrarnar í veitsluhýri.
Ein av størstu donsku slagararakarunum fór í nátt klokkan 1.00 á pall á Spæliplássinum í Syðrugøtu, og saman við millum øðrum einum blandaðum føroyskum kóri, fekk Johnny Reimar øll í veitsluhýri, tá hann spældi eina langa røð av donskum dansihittum.
Hóast tónleikurin ikki hevði nógv uppá seg, var tað ringt at lata vera við at smílast, tá smølfasangir og ektaðir Dansktop sangir ljóðaðu á Spæliplássinum. Orkestrið hjá Johnny Reimar kallar seg Partyorkestret, og teir livdu veruliga upp til navnið, tí um nakað, so var tað partystemningur á Spæliplássinum í nátt.










