Fyri nøkrum árum síðan gjørdu Slættanesfelagið, sum telur umleið 50 limir og hagaparturin Slættanes, vart við, at lendingin á Slættanesi hevði fingið stóran skaða av brimi. Heitt varð á kommununa um - saman við felagnum og haganum - at umvæla lendingina. Síðan tá eru fleiri áheitanir komnar ymsastaðni frá á kommununa um tað sama.
Tað sigur Vága kommuna, sum leggur aftrat, at tað er Vága kommuna, sum eigur skúla/kirkju og kirkjugarð á Slættanesi.
- Sera nógv ferðafólk koma norð á Slættanes. Tey koma til gongu, á hestbaki og við báti. Nú í nøkur summar hevur verið skipað fyri Slættanesdøgum, har eitt nú kirkjugongd og onnur tiltøk hava verið. Eisini gera fleiri arbeiðspláss starvsfólkaútferðir til Slættanesar. Sera nógv fólk - úr øllum Føroyum - eru komin til hesi tiltøk.
Vága kommuna metir tað sum sína skyldu, at trygdin er í lagi. Tí metir býráðið tað vera rætt, at lendingin verður umvæld.
Av tí, at spurnartekin varð sett við, hvør eigur lendingina á Slættanesi, vendi Vága kommuna sær til Umhvørvisstovuna við málinum við fyrispurningi um hetta. Svarið, sum kommunan fekk frá Umhvørvisstovuni var soljóðandi (her eru brot):
- Viðlagt avrit av mynd frá marknaávísingini á Slættanesi, sum gjørd varð í sambandi við matrikuleringina. Hetta varð lagt fram sum skjal nr. 63 til útskiftingargerðabókina á fundi í Sandavági tann 12. januar 1966. Á myndini sæst, at lendingin hoyrir til litra ”au”, sum er kommunan.
Umhvørvisstovan vísir á, at tað, at samsvar ikki er millum matrikulkortið og myndakortið hevur sína orsøk. Matrikulkortið á Slættanesi er gjørt eftir mynd, sum ikki er ”upprættað”, tað vil siga heldur ikki mát - í mun til myndirnar - sum eru til taks í dag. Kortið er meira at kalla ein skitsa, sum er gjørd til tess at skráseta ognirnar.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága komunu, heldur tað vera kortið á kortal.fo er so óneyvt, at spurnartekin kann setast við tað.
- Vága kommuna tekur svarið hjá Umhvørvisstovuni, sum er myndugleiki á økinum, til eftirtektar, og niðurstøðan er tí greið: Tað er Vága kommuna, sum eigur lendingina á Slættanesi, staðfestir Rósa Samuelsen, borgarstjóri.