Slættaberg og Christian í Grótinum komu á Klaksvík í nátt. Slættaberg er fullfermdur við svartkjafti eini 1.400 tons, og Christian í Grótinum hevur eini 2.500 tons av svartkjafti.
Christian í Grótinum hevur roynt bæði í ES-sjógvi og í føroyskum sjógvi hendan túrin. Svartkjafturin í føroyskum sjógvi er minni enn hann er í ES-sjógvi. Slættaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi.
Tað er trongligt í Fuglafirði, har veiðan skal leggjast upp, og sleppur Slættaberg ikki framat at landa á Havsbrún fyrrenn seint í morgin.
Norðborg, sum í løtuni hevur eini 900 tons, roynir í ES-sjógvi, har størri svartkjaftur er at fáa.