Slade til Danmarkar

Tey, ið minnast sjeyti- og áttatiárini, minnast óivað bólkin Slade, ið lá á ovastu rók hesi árini.

Amager Bio og Amagerbro Kultur standa fyri at fáa enska hard/glam-rock bólkin Slade til Danmarkar tann 18. oktober.


Í sjeytiárunum var Slade millum fresmtu glarock bolkarnar, og var henda greinin av tónleiki, við rót í Onglandi, serstøk við tað, at bólkarnir høvdu serstøk klæði og hár, og nýttu glitur og nýttu smyrsl.


Í heimlandinum náddi Slade at fáa 23 løg inn á topp 20, harav seks á fyrsta pláss.


Eisini í Føroyum vóru Slade væl dámdir. Eittnú lagið Far far away.


Síðsta stóra brakið frá teimum mundi vera My oh My frá 1983.

 

http://www.youtube.com/watch?v=AlwA5GLBmJM 


Í 1992 fór kvartettin Slade hvør til sítt, tá sangarin Noddy Holder ikki orkaði lívið á landavegnum longur.


Guitarleikarin og sangarin Dave Hill og trummuleikarin Don Powell hildu fram sum Slade2. Og tað eru hesir báðir, saman við John Berry og Mal McNulty, ið koma til Danmarkar í oktober, veit Gaffa at siga.


Slade sigst vera ein sera undirhaldandi bolkur á palli, men hvørt hetta er so, ber til at uppliva í Amager Bio í oktober.