Slade koma í januar ístaðin

Konsertin við Slade verður útsett í nakrar mánaðir.

Hesum boða fyrireikararnir frá í kvøld.

- Konsertin, sum upprunaliga skuldi verða 28. mars í Høllini á Hálsi, verður nú ístaðin í Dansifrøi, leygarkvøldið 9. januar 2021. Hetta verður gjørt fyri at fylgja tilmælinum frá landsmyndugleikunum, um vandan fyri Corona smittu har nógv fólk samlast, siga fyrireikararnir.

- Vit vóna og vænta at fáa eitt fantastiskt tiltak í Dansifrøi,  saman við Slade og Hjarnar. Hjarnar spæla til dansin aftaná á konsertina. Seld vórðu nógv atgongumerki. Hesi eru eisini galdandi til konsertina í Dansifrøi. Væntandi verða nøkur fá atgongmerki afturat sett til sølu. Sølan av hesum atgongumerkjum verður á billett.fo. Meira verður at frætta seinni, boða fyrireikararnir frá.