Í Norðstreymoy byrjar dansiveturin altíð við at skipa verður fyri við almennum føroyskum dansi seinasta leygarkvøldið í september.
Í ár er heldur einki undantak, tí leygardagin skipar Norðstreymoyar Dansifelag fyri føroyskum dansi í Frøishøll. Byrjað verður klokkan 21.
Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið Norðstreymoyar Dansifelag hevur skipað fyri tey seinastu 25 árini. Seinnu árini hevur tað ligið um hundrað fólk, úr øllum ættum, ið koma í dansin.
Um midnátt verður ein biti at fáa, og gjøgnum alt kvøldið er okkurt at sløkkja tostan við.