Tað er ikki av tilvild, at fólk fyri øldum síðan búsettu seg á Sandi. Her er nógvur og slættur bøur og góður vøkstur.
Ein stórur partur av bønum í og nærindis niðara parti av bygdini, liggur í sandi, og fleiri sethús og bygningar eru bygd á sand.
Slættarnir, sum liggja oman yvir sandi, eru stórir. Sólin hitar sandin, og tá tað regnar, seyrar vætan skjótt burtur aftur, so einki rotnar og doyr í vætu.
Fleiri bóndur og ánarar á Sandi annars sláa bøin tvær og tríggjar ferðir, og nógv eru tey, sum eiga eina góða eplaveltu við frálíkum og vælsmakkandi sandeplum.
Summir smærri jarðeigarar eiga so mikið av lendi, at teir kunnu lata burtur av til bóndirnar.
Tað eru heldur ikki so fáir smærri eigarar, sum aftur fyri at lata gras, fáa bóndir, ið eiga góðar landbúnaðarmaskinur, at sláa og pakka grasið fyri seg.
Í slíkum føri er bara eftir at fara eftir grasballunum og koyra tær inn. Onkur, sum eigur jørð og nakrar seyðir, hevur sagt, at tað tekur honum bara tveir tímar at "hoyggja" til eina ársnýtslu.
- Tá bóndin, sum eg lati lendi til, hevur sligið og pakkað grasið, sum eg havi brúk fyri, er bara eftir hjá mær at fáa grasballurnar til høldar, og tað tekur kanska einar tveir tímar.
Tað eru eisini bóndur á Sandi, sum velta epli til at selja, og í bygdini eru einir tveir bóndur, sum taka eini 10 tons av eplum upp í part um heystarnar. Hetta eru epli velt í sandi, sum verður seld kring landið.
Frá gamlari tíð hevur bygdin eisini ligið væl til sjógvin, og hetta saman við teimum møguleikum, sum eru í landbúnaðinum og í bjørgunum, er ivaleyst orsøkin til, at Sandur telist millum elstu bygdir í Føroyum.