Ásla Rannvá og Jóhan Martin í Smiðjuni

Listaframsýningin "Someplace":

Fríggjadagin 24. november kl. 16 lata listafólkini Ásla Rannvá Svensson og Jóhan Martin Christiansen upp ein listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
 
Á framsýningini, sum tey kalla "Someplace", eru umleið 30 listaverk, mest akrylmálningar og nakrar grafiskar prentmyndir.
 
Framsýningin er opin í vikuskiftinum: fríggjadagin kl. 16-19, leygardagin kl. 13-17, og sunnudagin kl. 15-19.