Sló við glasi

Ein ungur maður varð í dag varðhaldsfonglsaður í fýra vikur fyri harðskap av serliga grovum slag.

Hendingin fór fram uttan fyri Mimir í gjárkvøldið klokkan 22.45. Ungi maðuri er skuldsettur fyri at hava sligið ein 37 ára gamlan mann við einum ølglasi, men eftir at vera sligin, legði órættaði maðurin hin skuldsetta niður og setti seg á hann, inntil politiið kom á staðið.

Onkur vitnisfrágreiðing var lisin upp, og sambært tí eina vitninum sá hann ongantíð órættaða sláa, men hesum mótsegði eitt annað vitni.

Skudsetti sjálvur kundi ikki varpa ljós á hendingina, tí hann segði seg stutt og greitt einki minnast frá hendingini.

Hann var farin úr Tórshøll og skuldi yvir í Mimir, men á vegnum fekk hann eitt black-out, og visti einki fyrr enn hann sat í politibilinum.

Maðurin var í august 2007 dømdur í Føroya Rætti fyri narkohandil og harðskap, ein dómur, ið maðurin kærdi til Eystara Landsrætt. Men har var dómurin staðfestur til eitt ár og níggju mánaðir.

Í mai í ár varð skuldsetti maðurin aftur dømdur fyri harðskap, hesaferð í fýra mánaðir. Hartil stendur hann ákærdur fyri enn eitt harðskapsmál, har hann hevði brotið beinið á einum øðrum manni. Hetta fór fram í februar í ár.

Dómarin valdi at varðhaldsfongsla skuldsetta mannin í fýra vikur fram til 5. august, eins og ákærin kravdi. Ætlanin er at føra báðar sakirnar saman tá. Maðurin tók við dóminum.