Sló við barninum

Ein 27 ára gomul kvinna í amerikanska statinum Pennsylvania játtaði í rættinum í gjár, at hon hevði brúkt sítt fýra vikur gamla barn sum slagvápn. Kvinnan greiddi frá, at hon hevði verið í býnum ein dagin í oktober í fjør. Hon hevði fingið í so nógv av tí váta slagnum, og tá hon kom til hús, fóru hon og sambúgvi hennara at keglast um eitt ella annað. Sum frá leið, gjørdist kvinnan so í øðini, at hon tók um føturnar á tí fýra vikur gamla dronginum og sló sambúgvan við honum! Drongurin slapp við lívinum, men fekk skallabrot og mátti alt fyri eitt undir læknahond. Kvinnan kann vænta sær minst fimm ára fongsul, skrivar AP.