Slættanes kom ongantíð til heimskortið

Ætlanin var góð, men hon varð ongantíð fullførd, tá menn settu sær fyri at útvega bygdarskúlanum á Slættanesi eitt heimskort til undirvísingina av børnunum.

Hetta man hava verið fyri væl meiri enn 40 árum síðani, at eitt stórt kort við øllum heimsins londum varð bílagt til skúlan.
Sum skilst hevði Vágaprestur eisini sínar ætlanir við Slættanesi. Hesin ynskti at nýta skúlan sum bønhús, og bílegði tí bæði altar og urgu til bygdina. Sama hølið kundi tí bæði virka sum skúlastovu og sum kirkjusalur!
Urgan kom til Slættanes, men tað gjørdi kortið altso ikki.
Hvussu hevur verið við avgreiðsluni av kort-ordranum er ilt at siga nakað um nú. Men í øllum førum var støðan hon, at tá kortið umsíðir kom til Føroyar, var tað ov seint: Avgerðin um at niðurleggja skúlan á Slættanesi var tikin!
Kortið kom kortini til Føroyar ella rættari: til Vestmanna. Og her hevur kortið hingið í einum kjallara líka síðani.
Onkur hevur nevnt møguleikan at fara út aftur til Slættanesar við kortinum, men enn er hetta so ikki fingið í lag.
Hvør veit, kanska hetta kann gerast ein góðan summardag: Kortið verður rullað saman, flutt við báti til Slættanes og síðani hongt upp í skúlanum har.
Tað hevði verið eina roynd vert!
 
Avtoftað
Annars veit heimasíðan hjá Sandavágs kommunu at siga, at Slættanes var uppi í Sandavágs Kommunu.
Fyrsti maður setti búgv á Slættanesi, sum liggur á landnyrðingshorninum á Vágum í 1835.
Smátt um smátt vaks bygdin. Í 1890 vóru 7 húski, 40 fólk, og í 1940 12 húski og 75 fólk.
Eftir kríggið minkaði fólkatalið so við og við, og í 1964 flutti seinasta húskið burtur. Nøkur hús standa uppi enn.
Ferðafólk vísa Slættanesi stóran áhuga, verður sagt.