SL onga viðmerking til málið

Flutningur

Sosialurin royndi at gjár at fáa eina viðmerking um lønarreguleringina frá Strandfaraskipum Landsins, ið er arbeiðsgevari hjá teimum, sum koyra fyri Bygdaleiðir.
Vit hittu Andrass Jensen, sum er deildarleiðari á samferðsludeildini, ið hevur Bygdaleiðir og Oyggjaleiðir undir sær.
Andrass segði seg ikki hava hug at gera viðmerkingar til ítøkiliga málið, nú tað er til viðgerðar.
Spurdur, um hann vildi vátta, at lønarreguleringin er vorðin eitt stríð millum teir, sum koyra fyri Bygdaleiðir og stovnin, segði hann, at nú mugu partarnir fyrst fáa at síggja, um hetta er eitt stríð ella ikki.
- Eg eri so nýggjur í hesum starvi, at eg kenni ikki nakað serligt til sáttmálarnar, sum vóru galdandi undan hesum, vit nú hava.
Hann vísti á, at tá ið tú hevur sáttmálar við aðrar partar,
vil tað altíð vera soleiðis, at einstøk mál koma upp at venda, sum hann tekur til.
- Hetta kunnu vera smá mál ella størri mál, sum partarnir tulka á ymiskan hátt.
Andrass vísti á, at tíðin fer at vísa, um tulkingarnar av lønarreguleringunum hjá teimum, sum koyra fyri Bygdaleiðir, fer at gerast eitt stríðsmál millum partarnar ella ikki.
- Men sum sagt; eg havi ongar viðmerkingar til ítøkiliga málið í løtuni, nú tað er til viðgerðar, segði Andrass Jensen, tá ið Sosialurin tosaði við hann í gjár.

Ikki at hitta

Vit royndu eisini at fáa viðmerkingar frá Sigmundi Poulsen, sakførara, til málið um lønarreguleringina, men sambært skrivstovu hansara verður Sigmund ikki at hitta aftur fyrr enn í dag.
Teir, sum koyra fyri Bygdaleiðir, siga seg hava togast við stovnin um lønarreguleringina tað mesta av einum ári.
- Vit eru fullkomiliga ósamdir um tulkingina av hesum partinum av sáttmálanum og hava tí vent okkum til sakførara, sum fer at taka málið upp fyri okkum, siga bussførararnir, sum longu hava avgjørt, at málið fer til ein gerðarrætt, um sakførarin metir, at hetta er gongda leiðin.