Slánarnir eru burtur úr veiðini

Línubáturin Fiskivarði lá í morgun við Vestaru Bryggju í Havn og landaði.

 

Í dag og í morgin hevur landingarmiðstøðin Barðið á Vestaru Bryggju í Havn fleiri landingar, og tá In.fo var eftir bryggjuni ein túr í morgun, landaði línubáturin, Fiskivarði, sum er fyrrverandi trolbáturin, Norðleivur.

- Vit hava havt fýra setur vestanfyri, og veiðan liggur um 36.000 pund, sum er eini 9.000 pund á setuna. Meginparturin av veiðini er hýsa og toskur, segði ein av manningini, sum legði aftrat, at teir vóru fimm mans við henda túrin.

Sum skilst, halda línumenn, at tað framvegis er væl av fiski at fáa, og nú eru at kalla eingir slánar uppi í veiðini longur. - Jú, vit halda, at fiskurin sær betur út nú, helt maðurin fyri, sum vit skiftu orð við.