Hundraðtals fólk vóru møtt á gøtunum í París, tá olympiski kyndilin í gjár skuldi gjøgnum franska høvuðsstaðin. Við tibetanskum fløggum og herrópum vildu tey steðga olympiska loganum, og tvær ferðir noyddist løgreglan at sløkkja kyndilin og goyma hann í einum bussi. Franska løgreglan hevði annars 3.000 mans á staðnum, men tað var eftir øllum at døma ikki nóg mikið.