Sløknað aftaná 15 ára tænastu

Hevur í 15 ár sent myndir og vitan av Mars

Aftaná at hava sent myndir og vitan av Mars seinastu 15 árini, hevur rúmdarakfarið Opportunity sent síni seinastu boð. Amerikanski rúmdarfelagsskapurin NASA boðar nevniliga frá, at rúmdarakfarið er sløknað fyri seinastu tað. Tað skrivar bretska blaðið the Guardian.


Tað eru átta mánaðir síðan, at samband seinast var við akfarið, ið varð fangað í einum stórum sandstormi á Mars, men er tað fyrst nú, at NASA staðfestir, at samband ikki longur fæst við Opportunity.


Tað hendir aftaná, at felagsskapurin týsdagin gjørdi eina síðstu roynd at fáa samband aftur við akfarið.


- Eg standi her við einari kenslu av virðismeting og takksemi og boði frá, at hennara ferð er endað, segði Thomas Zurbuchen, ið ein av deildarleiðarunum hjá NASA á tíðindafundi, og legði aftrat, at akfarið hevur broytt okkara uppfatan um jørðina og Mars.


Opportunity lendi á Mars í januar 2004 saman við tvillingakfarinum Spirit. Meðan man misti sambandið við Spirit í 2011, hevur man í heili 15 ár havt samband við Opportunity, ið hevur sent NASA upplýsingar um Mars.