Sløkkja kjarnorkureaktorar

Í Suðurkorea hava myndugleikarnir gjørt av at sløkkja tveir kjarnorkureaktorar á Yeonggwang-kjarnorkuverkinum, eftir at tað er komið fram, at nakrir lutir, sum eru brúktir í reaktorunum, hava ikki verið ígjøgnum tað kravda eftirlitið.

Ráðharrin Hong Suk-woo sigur, at sambært teimum serkønu er eingin vandi á ferð, men at tað kortini verður hildið rættast at sløkkja reaktorarnar. Hann sigur, at lutirnir, sum av einari ella aðrari orsøk sluppu uttan um eftirlitið, hava samband við kølingina í reaktorunum.

Avgerðin at sløkkja teir báðar reaktorarnar ger, at tað verður ov lítið av streymi í Suðurkorea teir næstu mánaðirnar. Umleið 35 prosent av streyminum, sum landið brúkar, kemur frá kjarnorkuverkum. Suðurkorea hevur tilsamans 23 reaktorar.