Trygd
Týsdagin vóru tveir mans frá Skálafjarðar Sløkkiliði á eldrasambýlinum Vesturskin á Toftum og kunnaðu starvsfólkið á stovninum um tryggleikaspurningar í samband við eldsbruna og sløkking av eldi.
Kunningin tók tilsamans tveir tímar, har fyrsti tímin var teoretiskur. Hesin parturin fevndi eisini um eina gjøgnumgongd av bygninginum ? og hvussu starvsfólkið eigur at fyrihalda sær, um eldur kemur í.
Seinni parturin fór fram í túninum omanfyri húsið, har starvsfólkini eisini sluppu at royna seg við at sløkkja eld ? við vatni, brandteppi, pulvuri og einum grýtuloki.
Samstundis, sum fyntligu sløkkiliðsmenninir vístu starvsfólkunum, hvussu tey í praksis eiga at gera ? og ikki eiga at gera, greiddu teir eisini frá, meðan kvinnurnar sluppu at royna seg.
Sløkkiliðsmenninir vóru væl nøgdir við tað, sum starvsfólkini vístu, og annar helt fyri, at tað kundi sæð út, sum um fleiri av hesum kvinnum høvdu roynt at sløkt eldar áður!
Allar sluppu tær at royna seg, og allar megnaðu og tordu tær at sløkkja eldar við brandteppinum og pulvursløkkjaranum.
Tilbúgving
Hetta er eitt skilagott tiltak, og eingin ivi er um, at tað økir um tryggleikan, um tað ringasta skuldi hent á einum slíkum stovni.
Sum skilst, fer stovnurin nú at skipa eina ávísa tilbúgving, har ein ætlan verður løgd sum sigur, hvussu starvsfólkið skal fyrihalda seg, um eldur kemur í.
Eldrasambýlini eru stórir bygningar við lutfalsliga fáum fólkum til arbeiðis í senn, og tí er skilagott, at tær, sum eru til arbeiðis, vita, hvør teirra uppgáva er undir slíkum umstøðum.
Leiðarin á eldrasambýlinum á Toftum, Anna Jacobsen, var eisini við hendan dagin, og hon helt tað vera eitt gott hugskot, at Sosialurin var við og tók nakrar myndir av tiltakinum.
Tær 10 kvinnurnar, sum luttóku á skeiðnum týsdagin, gjørdu hetta í síni frítíð.
Í gjár skuldu so tær 8-9 kvinnurnar, sum ikki vóru við tann fyrra dagin, á hetta sama skeiðið á eldrasambýlinum, Vesturskin.