Tann 16. juni kl. 6 um kvøldið var hildin ein ófráboðað venjing í Gøtu. Sløkkiliðsleiðslan hevði fyrireikað eina hending á Gøtu Fiskavirki, har nøkur starvsfólk vóru komin til skaða. Kl 17.58 kom fráboðan um hendingina inn til alarmsentralin og eitt lítið bil eftir hetta hevði manningin hjá sløkkiliðunum í Gøtu, Lorvík og Fuglafirði fingið boðini. Alarmeringin gekk væl, og boðini sum manningarnar fingu vóru skillig og greið.
Manningin greiddi uppgávuna undir "kønari leiðslu" av brunaumsjónarmanninum Sørini Djurhuus. Tá venjingin var av møttist manningarnar saman við politinum og brunaumsjónini á brandstøðini til ein kaffimunn og fyri at gera eina sokallaða eftirmeting. Samanum tikið var semja um, at endamálið við tiltakinum hevði eydnast, og at tað er mennandi at hava venjingar av og á, - eisini at hava smáar venjingar sum hesa.
Sløkkiliðsleiðslan takkar við hesum øllum teimum luttakandi.