Sløkkiliðsskeið í Vestmanna

Í sambandi við at Vestmanna Sløkki- & Bjargingarlið hevur keypt ein stigabil frá Ikast kommunu, høvdu teir vitjan av tilbúgvingarleiðarum í Ikast-Brande kommune, og støðleiðaranum í Ikast, sum hildu skeið í nýtslu av bilinum

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið keypti herfyri ein stigabil frá kommununi í Ikast í Danmark. Talan er um ein Magirus Deutz við 256 hk V8 motori við automatiskum girum og 30 metra langum stiga við kurv til tveir mans.


Fyri at Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið skal kunna brúka bilin til fulnar, hava tveir mans, Niels Christensen, tilbúgvingarleiðari í Ikast-Brande kommunu, og Klaus V. Hebsgaard Falck, støðleiðari í Ikast-Brande kommunu, verið í Vestmanna og hildið skeið í nýtslu av bilinum og allari útgerðini, sum fylgdi við.


Bilurin hevur ljósmotor til tvær 1000 watt sólir, sum kunnu setast upp á stigan til at upplýsa eitt skaðastað. Tá stigin er heilt samanlagdur, kann hann eisini brúkast sum krani. Tá lyftir hann 3 tons, og kann m.a. verða brúktur til at flyta bilar av vegnum eftir ferðsluvanlukkur, ella at halda og lyfta við, tá fólk skulu klippast frí úr skaddum bilum. Eisini hevur hann eina børu, sum kann hangast upp undir stigan, sum síðani kann brúkast til at taka fólk upp av sjónum, ella tá bilar eru farnir útav vegnum.


Tilsamans vórðu gjørdir 200 slíkir bilar til brandstøðir í Týsklandi. Krøvini frá teimum vóru, at bilarnir skuldu vera lágir, smalir og stutt skuldi vera ímillum akslarnar og fyri at fáa minst møguligan vendiradius, soleiðis at teir skuldu sleppa lættliga inn og út úr teirra gomlu brandstøðum, eins og teir skuldu kunna koyra undir lágar brúgvar og vera lættir at koyra runt við í tætt bygdum øki.


Hetta ger bilarnar sera væl egnaðar til okkara brúk, sigur Fríðálvur Bláhamar, brunaumsjónarmaður hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði, sum eisini nevnir at Peter Seloy, fyrrverandi brandmeistari í Tórshavnar kommunu, hevur hjálpt teimum sera væl í allari tilgongdini.